Ungt Virki - FFE Føroyar arbeiðir við at menna frálæru í íverksetan á føroyskum skúlum. Undirvísing í íverksetan er við til at menna førleikar hjá børnum og ungum at hugsa nýtt, síggja møguleikar og at fremja góð hugskot í verki, soleiðis at tey skapa virði fyri onnur.

Skúlaárið 2018-2019 arbeiðir Ungt Virki m.a. við  

  • At skipa fyri FM í Ungum Virki (8. mars 2019)

  • At skipa fyri kunningar- og íverksetaratiltøkum á miðnámsskúlum og hægri námi (sept.- nov. 2018)

  • At bjóða kveikjandi tiltøk fyri lærarum, ið ynskja íblástur og ráðgeving (oktober 2018 og januar 2019)

  • At menna undirvísingartilfar

  • At finna sponsorar og samstarvsfelagar

  • At menna altjóða samstarv

  • At bjóða Mikrolegat til lesandi, ið hava ætlanir um at gerast íverksetar. Málið er at stuðla stovnseting av nýggjum innovativum fyritøkum.

 

Súsan Klein Gregoriussen

Økisleiðari

+298511575  | Skg@glasir.fo

Ungt Virki - Fonden for Entreprenørskab - Føroyar

Janusargøta 3|  100 Tórshavn  |  http://faeroerne.ffe-ye.dk/