09 mar 2017

FM í Ungum Virki 2017

Fríggjadagin 17. mars verður FM í Ungum Virki. Kappingin verður í SMS, ið eins og undanfarin ár gevur næmingunum sera góðar karmar, at vísa teirra virki fram. Miðnámsskúlanæmingarnir hava arbeitt dúliga við sínum nýggju hugskotum og virkisætlanum og fara tey at vísa úrslitini fram í kappingini sum somuleiðis virkar sum ein sølustevna. Tað er ymiskt hvussu langt næmingavirkini eru komin, og tað veldst somuleiðis av, hvussu kompleks vøran er. Mangan er vøran ein prototypa sum skal roynast millum brúkarnar áðrenn ein verulig framleiðsla kann byrja.

Ígjøgnum skúlaárið arbeiða næmingarnir m.a. við innovatiónstraktini har byrjað verður við hugaráki ella brainstorming og har uppgávan er at velja tey bestu hugskotini út sum so gerðast til konceptir sum tey arbeiðir víðari við. Hetta eru arbeiðshættir sum eitt nú Lego arbeiðir við, tá tey á hvørjum ári skapa nýggjar vørur og branda tær við sera góðum úrsliti.

 

Lærarir og dómarir verða á hvørjum árið bergtikin av nýhugsanini hjá miðnámsskúlanæmingum okkara og ikki minst, hvussu tey kunnu taka kendar vørubólkar og skapa nýggj merki, marknaðarførslu ella distributión sum vit ikki hava sæð áður.

 

Spenningurin er stórur nú kappingin í Ungum Virki nærkast, og einki er at ivast í, at næmingarnir leggja nógva orku í at verða klárir til fríggjadagin 17. mars.