13 mar 2017

Kappingarárið 2017 í Ungum Virki

FM í Ungum Virki verður fríggjadagin 17. mars á torginum í SMS. Vinnandi bólkurin skal umboða Føroyar til DM sum verður hildið í Industriens Hus mitt í Keypmannahavn tann 26. apríl. Bólkurin sum vinnur DM luttekur síðani til EM sum verður í juli. Til DM verða fleiri virðislønir handaðar. Fyrsta, annað og triðja plássið í Company Programme verður handað, og haraumframt verða vinnarir innan teim ymsu breytunum: Science & Technology, Society & Globalization, Business & Service og Trade and Skills.

Í fjør vunnu Green Growth úr Glasir, Marknagili heiðursmerki fyri breytina Business & Service. Green Growth vann somuleiðis "Tønder Energi- & Miljøfonds Iværksætterpris" fyri at bevara og betra um náttúruna og umhvørvið við síni virkisætlan.