Miðnám á Kambsdali vann FM í Ungum Virki 2017
Tað var ein bólkur úr Miðnámi á Kambsdali, sum vann ársins íverksetarakapping millum miðnámsskúlanæmingar. Bólkurin, ið nevnist Seyð, framleiðir bjálving av seyðaull, sum m.a. kann nýtast til dýnujakkar, draktir og onnur klæðir. Tey, ið manna bólkin, eru Laila Poulsen, Jan Jacobsen, Sólfríð J. Djurhuus og Rógvi Langgaard. Vinningurin var ein kekkur á kr. 5.000 frá EIK Banka og ein ferð við uppihaldi í Keypmannahavn, har tey fara at umboða Føroyar til DM, sum verður tann 26. apríl.
20-03-2017
læs mere
Kappingarárið 2017 í Ungum Virki
FM í Ungum Virki verður fríggjadagin 17. mars á torginum í SMS. Vinnandi bólkurin skal umboða Føroyar til DM sum verður hildið í Industriens Hus mitt í Keypmannahavn tann 26. apríl. Bólkurin sum vinnur DM luttekur síðani til EM sum verður í juli. Til DM verða fleiri virðislønir handaðar. Fyrsta, annað og triðja plássið í Company Programme verður handað, og haraumframt verða vinnarir innan teim ymsu breytunum: Science & Technology, Society & Globalization, Business & Service og Trade and Skills.
13-03-2017
læs mere
FM í Ungum Virki 2017
Fríggjadagin 17. mars verður FM í Ungum Virki. Kappingin verður í SMS, ið eins og undanfarin ár gevur næmingunum sera góðar karmar, at vísa teirra virki fram. Miðnámsskúlanæmingarnir hava arbeitt dúliga við sínum nýggju hugskotum og virkisætlanum og fara tey at vísa úrslitini fram í kappingini sum somuleiðis virkar sum ein sølustevna. Tað er ymiskt hvussu langt næmingavirkini eru komin, og tað veldst somuleiðis av, hvussu kompleks vøran er. Mangan er vøran ein prototypa sum skal roynast millum brúkarnar áðrenn ein verulig framleiðsla kann byrja.
09-03-2017
læs mere